Vælkomin í skúla
Almenn kunning
Vit ynskja tær góða eydnu við útbúgvingini og vóna, at tú fært eina góða og læruríka tíð á skúlanum. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skrivstovuna ella við at kunna teg á heimasíðu skúlans.
Fyrstu dagarnar í skúla
Fyrstu dagarnar er innleiðsla til útbúgvingina, har vit skulu læra hvønn annan at kenna. Fjarundirvísing er partur av undirvísingini, men tær fyrstu 2-3 vikurnar av skúlabyrjanini, er skúlatíðin á skúlanum. Tú fær nærri kunning frá skúlanum nær fjarundirvísingin liggur á tínari útbúgving.
Bústaðarviðurskifti
Næmingurin syrgir sjálvur fyri bústaði. Á heimasíðu okkara er ein síða, ið eitur “Leigubústaðir”. Her kunnu tit finna nakrir av teimum leigubústøðum, sum finnast í oynni. Ofta leiga næmingar saman, og tú kann nýta navnalistan til at fáa samband við onnur í flokkinum, til hetta endamál.
Til ber eisini at finna leigubústaðir á lokalum facebook-bólkum, og hetta er nakað, ið tú sjálv/-ur hevur ábyrgd av at søkja eftir.
Bøkur
Áðrenn tú keypir bøkur til útbúgvingina er týdningarmikið, at tú tryggjar tær, at tú keypir tær nýggjastu útgávurnar (hetta er serliga týdningarmikið, um tú keypir brúktar bøkur).
GG! Bøkurnar frá Gyldendal finnast bæði sum pappírsbók og sum talgild bók. Prísurin er tann sami fyri bæði sløgini. Velur tú at keypa pappírs- OG talgildu bókina, er prísurin hægri, men tú fært avsláttur og rindar sostatt ikki fult gjald fyri báðar bøkurnar.
Við tí talgildu bókini, ber til at lurta eftir bókini sum ljóðbók. Hendan møguleikan hevur tú ikki við pappírsbókini. Eisini er lættari at umseta talgildu bókina til onnur mál, um tú hevur tørv á tí.
Tú kann leita eftir bókunum, sum tú skal brúka á útbúgvingini, á heimasíðuni hjá Gyldendal, og kunna teg um nýggjastu útgávurnar, prísir o.a.
Heimasíðan hjá Gyldendal: Materialer til erhvervsuddannelser
Bøkurnar, ið tú skal brúka á tíni útbúgving eru at finna undir “Serstøk kunning um tína útbúgving” niðanfyri.
Serstøk kunning um tína útbúgving:
Heilsuhjálpari – kunning
Bøkurnar kunnu bíleggjast í bókahandlum kring landið. Tú umbiður ta nýggjastu útgávuna.
Sí listan niðanfyri:
- Mødet med borgeren. Sophie Elmstrøm Teilmann, Gyldendal
- Personlig hjælp, omsorg og pleje. Gyldendal
- Sundhedsfremme, forebyggelse og rehabilitering. Anja Semke og Henrik Wiben (red), Gyldendal
- Social- og sundhedshjælperens rolle. Jette Nielsen, Gyldendal
- Naturfag SOSU – nivaeu F og E. Ole Bjerglund Pedersen, Gyldendal
- Praktikbogen. Henrik Andersen, Gyldendal
- Ein bók er eisini til enskt, men hana keypa tit, tá tit eru byrjaði á skúlanum.
Telda er eitt sjálvsagt og neyðugt amboð í skúlarbeiðinum.
Heilsuskúlin nýtir teldupostskipanina Office 365, tí er UMRÁÐANDI við teldu har hesi forrit kunnu brúkast: Word, Excel o.s.fr. Hettar er ókeypis fyri næmingar, skúlin rindar haldið.
Allir næmingar fáa vegleiðing og loyniorð til hesa skipan eftir skúlabyrjan.
Skúlin viðmælir ikki Mac teldu, tí tað vísa seg ofta at vera trupulleikar við forritunum.
Næmingar fáa stuðul frá Studna og hava eisini møguleika at søkja um lán. Barnastudningur verður veittur tær, ið hevur uppihaldsskyldu av børnum, ið eru undir 18 ár. Treytin fyri at fáa henda studning er, at tú býrt saman við barninum. Um bæði foreldrini lesa, kann bert annað av foreldrunum fáa barnastudning. Søk studning umvegis vangan. Fyri meira kunning, sí heimasíðu hjá Studna www.studni.fo
Starvsvenjingin liggur kring alt landið og tú mást fyrireika teg uppá, at í minsta lagi eitt starvsvenjingartíðarskeið skal liggja uttan fyri tað økið har tú býrt ella hevur arbeitt fyrr. Hetta er m.a. fyri, at tú ikki skal vera ov kend/ur í starvsvenjingini, tí tað kann ávirka metingina av tínari læring, og um tú ”stendur” starvsvenjingina ella ikki.
Allir næmingar fáa, eina tíð eftir skúlabyrjan, ein kontaktlærara, sum fylgir næminginum gjøgnum alla útbúgvingina. Samrøður verða ávegis við hendan kontaktlærara, ið er ein undirvísari á skúlanum. Tá verður tosað um persónligar førleikar, sum útbúgvingin áleggur at arbeiðast skal við
Til undirvísingartilfar skulu 150 kr. gjaldast fyrstu vikuna inni á skúlanum. Gjaldið er t.d. fyri pappír og útprent, fyrstuhjálparbók og prógv, undirvísingartilfar til klinikk, kost til evnisvikur og tilfar til valfaksvikur.
Heilsurøktari – kunning
Bøkurnar kunnu bíleggjast í bókahandlum kring landið. Tit umbiða ta nýggjastu útgávuna.
Sí listan niðanfyri:
- Farmakologi og medicinhåndtering, 2. udg. Ann-Mette Kiel & Inge Olsen, Gyldendal
- Opgaver – Farmakologi og medicinhåntering, Henrik Andersen, Gyldendal
- Kvalitet og udvikling, Jean Hagstrøm, Gyldendal
- Psykisk sygdom og sypgepleje, 2. udg., Bente Søndergaard, Gyldendal
- Det sammenhængende patientforløb 2. udg., Jean Hagstrøm, Gyldendal
- Mødet med borgeren og patienten, 2. udg., Bente Søndergaard, Gyldendal
- Somatisk sygdom og sygepleje Bind I+II, 2. udg., Henrik Andersen, Gyldendal
- Opgaver, Anatomi, fysiologi og sygdomslære, 2. udg., Gyldendal
- Sundhedsfremme, forebyggelse og rehabiltering 2. udg., Anne Pernille Vibholm, Gyldendal
- Praktikbogen, Henrik Andersen, Gyldendal
- Naturfag, nivaeu D og C, Ole Bjerglund Pedersen, Gyldendal
- Bókina “Psykisk sygdom og sygepleje” keypa tit áðrenn tit byrja ástøði 3
Telda er eitt sjálvsagt og neyðugt amboð í skúlarbeiðinum.
Heilsuskúlin nýtir teldupostskipanina Office 365, tí er UMRÁÐANDI við teldu har hesi forrit kunnu brúkast: Word, Excel o.s.fr. Hettar er ókeypis fyri næmingar, skúlin rindar haldið.
Allir næmingar fáa vegleiðing og loyniorð til hesa skipan eftir skúlabyrjan.
Skúlin viðmælir ikki Mac teldu, tí tað vísa seg ofta at vera trupulleikar við forritunum.
Næmingar fáa stuðul frá Studna og hava eisini møguleika at søkja um lán. Barnastudningur verður veittur tær, ið hevur uppihaldsskyldu av børnum, ið eru undir 18 ár. Treytin fyri at fáa henda studning er, at tú býrt saman við barninum. Um bæði foreldrini lesa, kann bert annað av foreldrunum fáa barnastudning. Søk studning umvegis vangan. Fyri meira kunning, sí heimasíðu hjá Studna www.studni.fo
Starvsvenjingin liggur kring alt landið og tú mást fyrireika teg uppá, at í minsta lagi eitt starvsvenjingartíðarskeið skal liggja uttan fyri tað økið har tú býrt ella hevur arbeitt fyrr. Hetta er m.a. fyri, at tú ikki skal vera ov kend/ur í starvsvenjingini, tí tað kann ávirka metingina av tínari læring, og um tú ”stendur” starvsvenjingina ella ikki.
Allir næmingar fáa, eina tíð eftir skúlabyrjan, ein kontaktlærara, sum fylgir næminginum gjøgnum alla útbúgvingina. Samrøður verða ávegis við hendan kontaktlærara, ið er ein undirvísari á skúlanum. Tá verður tosað um persónligar førleikar, sum útbúgvingin áleggur at arbeiðast skal við
Til undirvísingartilfar skulu 150 kr. gjaldast fyrstu vikuna inni á skúlanum. Gjaldið er t.d. fyri pappír og útprent, fyrstuhjálparbók og prógv, undirvísingartilfar til klinikk, kost til evnisvikur og tilfar til valfaksvikur.
Námsfrøðihjálpari – kunning
- Føroysk samfelagsfrøði C-stig. Sámal Matras Kristiansen (red.), et.al. – Nám – Nýggjasta útgáva
- Pædagogik og psykologi. Conny Abelskov, et.al. – Gyldendal – Nýggjasta útgáva
- Kommunikation og digital kultur. Trine Reinholdt Gath. Et.al. – Gyldendal – Nýggjasta útgáva
- Sundhed, krop og bevægelse. Lone Andersen, et.al. – Gyldendal – Nýggjasta útgáva
- Praktikbogen. Find Greve, Cecilie Bogh, et.al. – Gyldendal – Nýggjasta útgáva
- Aktiviteter, kultur og natur. Jakob Freud-Magnus, et.al. – Gyldendal – Nýggjasta útgáva
- Pædagogisk ordbog, Trine Reinholdt Gath. Gyldendal – Nýggjasta útgáva
Bøkurnar síggjast her: https://gyldendal-uddannelse.dk/systemer-og-serier/pau-padagogisk-assistentuddannelse-1095
Ein bók er eisini til enskt, men hana keypa tit, tá tit eru byrjaðið á skúlanum.
Telda er eitt sjálvsagt og neyðugt amboð í skúlarbeiðinum. Heilsuskúlin nýtir teldupostskipanina Office 365, tí er UMRÁÐANDI við teldu har hesi forrit kunnu brúkast: Word, Excel o.s.fr. Hettar er ókeypis fyri næmingar, skúlin rindar haldið. Allir næmingar fáa vegleiðing og loyniorð til hesa skipan eftir skúlabyrjan. Skúlin viðmælir ikki Mac teldu, tí tað vísa seg ofta trupulleikar við forritunum.
Næmingar fáa stuðul frá Studna og hava eisini møguleika at søkja um lán. Barnastudningur verður veittur tær, ið hevur uppihaldsskyldu av børnum, ið eru undir 18 ár. Treytin fyri at fáa henda studning er, at tú býrt saman við barninum. Um bæði foreldrini lesa, kann bert annað av foreldrunum fáa barnastudning. Søk studning umvegis vangan.
Fyri meira kunning sí heimasíðu hjá Studna www.studni.fo
Starvsvenjingin liggur kring alt landið og tú mást fyrireika teg uppá, at í minsta lagið eitt starvsvenjingartíðarskeið skal liggja uttan fyri tað økið har tú býrt ella hevur arbeitt fyrr. Hetta er m.a. fyri at tú ikki skal vera ov kend/ur í starvsvenjingini, tí tað kann ávirka metingina av tínari læring, og um tú ”stendur” starvsvenjingina ella ikki.
Allir næmingar fáa, eina tíð eftir skúlabyrjan, ein kontaktpersón, sum fylgir næminginum alla útbúgvingina. Samrøður verða ávegis við hendan kontaktpersón, ið er ein undirvísari á skúlanum. Tá verður tosað um persónligar førleikar, sum útbúgvingin áleggur at arbeiðast skal við.