Onki úrslit at finna.
Search by

Heilsuhjálparaútbúgvingin

Lesnaður til heilsuhjálpara byrjar í apríl og august. Útbúgvingin er samansett av tveimum ástøðum á tríggjar mánaðir og tvær starvsvenjingar á tríggjar mánaðir. Útbúgvingin tekur 15. mðr.

Útúgvingarlongd

15 mðr.

Starvsvenjing

Tvær ferðir 3 mðr.

Skúlabyrjan

apríl/aug

Umsóknarfreist

15. jan/15. mar

Nú kunnu øll søkja inn á Heilsuskúlan gjøgnum appið Útbúgvingar

Hevur tú vangan, søk her

Søkir tú inn til heilsuhjálparaútbúgvingina ið byrjar í Apríl, trýst á knøttin:

Søkir tú inn á heilsuhjálparaútbúgvingina, ið byrjar í august, skal umsóknin avgreiðast gjøgnum Vangan hjá Undirvísingarstýrinum. Trýst á knøttin:

Umsóknarblað uttan Vangan

Um tú ikki hevur Vangan og ert undir 18 ár, so kunnu foreldur tíni brúka sín Vanga til at innskriva teg.

Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, skal tú trýsta á leinkjuna niðanfyri og senda tað til okkum, sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblaðið.

Tørvar tær vegleiðing til umsóknina, ber til at síggja vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum her.

Heilsuhjálparaútbúgving (HHJ)

Á HHJ lærir tú um røkt, umsorgan og stuðul til dagligt virksemi við støði í lívssøgu borgarans. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast í heimatænastuni, á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum runt landið. Heilsuhjálparaútbúgvingin gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina.

Bygnaður av útbúgvingini

Lesnaður til heilsuhjálpara byrjar frá 1. januar 2024 í august og apríl. Sostatt byrjar eingin flokkur í januar 2024.

Almennar lærugreinar

  • Danskt D
  • Enskt C
  • Føroyskt C
  • Náttúrulæra D

Yrkislærugreinar

  • Leiklutur heilsuhjálparans
  • Møtið við borgaran
  • Røkt
  • Endurmenning

Framtíðar møguleikar

Eftir lokna útbúgving eru arbeiðsøkini í høvuðsheitinum:

Sum útbúgvin heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.

Upptøkukrøv

Minsta krav fyri upptøku er 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi ella 10. flokk. Mett verður sum heild, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.

Tað er ikki eitt krav at tað er arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast. Arbeiðsroyndir skulu váttast av arbeiðsgevara og sendast við umsóknini.

Avriksflutningur

Næmingur kann eftir skrivliga umsókn til Heilsuskúla Føroya í seinasta lagi 14 dagar eftir útbúgvingarbyrjan søkjaum at fáa avriksflutning:
1) í einari ella fleiri almennum lærugreinum í útbúgvingunum, um hann hevur lokið lærugreinina ella lærugreinirnar á sama
ella hægri stigi, og um hann hevur fingið í minsta lagi talmetið 02 í lærugreinini til próvtøku ella í endaligum ársmeti,
2) í einari ella fleiri yrkislærugreinum, um hann kann skjalprógva, at hann hevur samsvarandi kunnleika í yrkislærugreinini
ella yrkislærugreinunum ella
3) í eindum ella í pørtum av eindum í starvsliga útbúgvingarpørtunum, um hann kann skjalprógva samsvarandi kunnleika á
yrkisøkinum

Námsskipan, námsætlan og útbúgvingarbók
Peningaligur stuðul

Sjá kunning á www.studni.fo

Próvtøka

Í heilsuhjálparaútbúgvingini skal næmingurin til munnliga próvtøku 2 ferðir, í einari yrkislærugrein
ella einari almennari lærugrein, ið Mentamálaráðið trekkir út, harumframt í tvørgreinaligari verkligari
uppgávu.

Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.