Onki úrslit at finna.
Search by
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Vegleiðaraskeið

04/03/2024 @ 11:00 - 15/03/2024 @ 15:00

Ókeypis

Grundskeið fyri vegleiðarum hjá heilsuhjálpara- og heilsurøktaranæmingum verður, á Heilsuskúla Føroya:

í viku 10 og 11 í 2024

 

Báðar vikurnar eru kravdar. Lærarar á Heilsuskúla Føroya undirvísa.

Undirvísingin er ókeypis. Døgurði kann keypast, í kantinuni.

Skeiðsstað: Heilsuskúli Føroya, Grønudalur 2, 950 Porkeri

Umsóknarfreist: 20. februar 2023.

 

Tilmelding á: heilsuskulin@skulin.fo

Við tilmelding: Upplýs tína útbúgving, EGNA teldupostadressu og arbeiðspláss. 

 

Innihald: 

  • Kunning um útbúgvingarnar, námsskipan, útbúgvingarbók – persónligir førleikar, lestrarumhvørvi, læring, kravdar samrøður og støðismetingar v.m.
  • Venjing við at arbeiða við málum fyri starvsvenjing.
  • Venjing í at skriva støðismetingar og at arbeiða við næmingadømum.

 

Tíðir: Skeiðið byrjar mánadag kl. 11.00, báðar vikur. Hinar dagarnar frá 8.30 til 15.00.

Broytingar kunnu fyrikoma.

Møtiskylda er, fyri at prógv skal verða givið.

Umsøkjari skal, sum minsta krav, hava grundútbúgving innan heilsufakliga øki.

Lýsing

Byrjar:
04/03/2024 @ 11:00
Endar:
15/03/2024 @ 15:00
Kostnaður:
Ókeypis

Stað

Heilsuskúli Føroya
Grønudalur 2
Porkeri, 950 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
+298 294210
View Stað Website
Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.