Onki úrslit at finna.
Search by

Leigubústaðir

Hendan síðan er ætla til at miðla samband ímillum útleigarar og leigarar.

Heilsuskúli Føroya tekur onga ábyrgd av nøkrum viðurskiftum í hesum sambandi.

Kømur í Vági

Kømur í Vági

Kømur til leigu. Talan er um bygning við 8 kømurum á 10m2. Hvørt kamar hevur egið vesi við brúsu. Har er felags uppihaldsrúm og tveir køkar, við øllum hentleikum. Felags vaskirúm. Parkering er til húsið.

Húsið liggur 7-8 min við bili frá heilsuskúlanum, og busstoppstað er beint uttanfyri.

Leigan er 2300 kr. um mðn/pr kamar alt íroknað. Smart sjónvarp er í øllum kømurum.

Innskot er 1500 kr. Innskot og fyrsta leigan verða goldin við komu.

Samband:

Mail: 36heimid@gmail.com

Tlf. 289520

Hús í Trongisvági

Deilig hús í tveimum hæddum, hvør hædd er áleið 50 m2. Á loftinum eru 2 kømur. Húsini eru stak hugnalig og í sera góðum standi. Har er alt í húsinum, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald.

Til ber at tvey fólk leiga húsið saman, og er prísurin tá 3500kr pr persón. Um ein persónur ynskir at leiga húsið sjálvur er leigan 4000kr. Við í prísinum er olja og streymur. Depositum er ein  húsaleiga.

Samband:

Diana Mortensen

Tlf: 225047

Íbúð í Sumba

Møblera hjallaraíbúð á uml. 80 kvm til leigu. Stova og køkur í einum, eyka stova og 2 kømur við dubultsongum, møguleiki fyri uppreiðing í stovuni. Vesi við brúsu og vaskimaskinu. Íbúðin hevur sera góða havútsikt og gott busssamband er til bygdina.

Prísur: 1500kr um mðn. pr. næming.

Samband:

Hansy Davidsen Brodersen

Tlf: 250521

Íbúð í Vági

Fín, rúmlig og fult møblerað Íbúð á 84 m2 til leigu. Hevur tvey góð kømur við skápum. Í køk/stovu eru allir teir hentleikar, ið ein hevur tørv á. Har er spísiborð við 4 stólum, sofa, sofaborð og sjónvarp, umframt eitt skáp.

Samband:

Marjun Eystberg

tlf: 521364

Mail: marjun@input.fo

Hús á Nesi í Vági

Hús á Nesvegi 34 á Nesi i Vagi til leigu fram til og við juni og so aftur frá miðjan yugust og til skúlaárið er liðugt 25/26.

Kjallaraíbuð, við egnari inngongd, har ein ella evt tvey kunnu búleikast og sova. Kamar og stova er i einum, litil køkur, vesi og bað.

Leigukostnaður er 2.500 kr/mánaðin. 

Í miðhædd og loft  er stova og køkur, 2 stór sovikømur við dupultsongum, vesi og bað.

Í loftshædd eru 3 kømur – tvey við einkultsongumv eitt við dupultsong – vesi og bad.

Leigukostnaður pr. kamar er 2.000 kr/mánaðin.

Køkur, stova og vesir eru felags i yvirhæddunum.

Um áhugið er at síggja ella leiga húsini frætta vit fegin á mail mtv@mtv.fo ella johan@mtv.fo.

Hús í Nesi, Hvalba

Hugnalig hús í Nesi, fult møbleraðið við øllum hugsandi hentleikum, eru væl egnaðið til lesandi á Heilsuskúlanum.
Á loftinum eru 3 kømur, vesi við brúsu og gangur. Í miðhæddini er stova, køkur v/spískamar,
gangur og eitt líti vesi. Vaskimaskina og turkitrumla eru í kjallarinum.
Er væl egnað hjá tveimum ella trimum at leiga saman!
Áhugaði eru vælkomin at venda sær til mín,
Vinaliga
Petrina Maria Berg
petrina.berg@gmail.com
Tel: 220527

Kømur í Vági

Talan er um 2 kømur í sethúsum, við felags køk og vesi.

Kamar 1 (tað minna):

Fult møblerað kamar. Prísurin er 2400kr/mðn. Íroknað er streymur, hiti og internet. 

Kamar 2 (tað størra):
Fult møblerað kamar. Prísurin er 2600kr/mðn. Íroknað er streymur, hiti og internet.


Samband:

Marianna Hammer,

tlf 262607 

Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.