Onki úrslit at finna.
Search by

Ferðing og uppihald

Á hesi síðu finnur tú upplýsningar um ferðastuðul, bústað og familjuviðurskifti.

Innanlanda ferðastuðul frá Strandferðsluni

Øll lesandi, sum nýta buss og ferjur hjá tí almenna, hava rætt til ferðakort. Kortið er ókeypis.

Næmingar kunnu søkja um kortið áðrenn skúlabyrjan, ella tá skúlin er byrjaður, her.

Leigubústaðir

Næmingurin hevur sjálvur ábyrgd av at finna bústað í útbúgvingartíðini. Hetta umfatar skúla- og starvsvenjingartíðina.

Skúlin hevur ikki møguleika fyri at veita bústaðir. Vísast kann til:

  • Visit Suðuroy
  • Facebook, herímillum síða skúlans. Lokalir bý- og bygdarbólkar vm.
  • Uppsløg frá útleigarum hanga á skúlanum

Barnaansing og skúli

Ein partur av næmingunum á Heilsuskúlanum velja at flyta suður við familjuni í eitt tíðarskeið.

Møguleiki er fyri barnaansing í útbúgvingartíðini. Allar kommunurnar í Suðuroy veita hesa tænastu. Nakrar kommunur geva farloyvi til ansingarpláss, um barn flytur stovn í styttri tíð, soleiðis at tú ikki skal rinda fyri bæði plássini, og ikki missur upprunaliga plássið.

Eisini ber til at innskriva børnini í skúlar í Suðuroynni undir útbúgvingartíðini.

Set teg í samband við kommununa har tú flytir til.

Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.