
Námsfrøðihjálparaútbúgving
Lesnaður til námsfrøðihjálpara byrjar í august. Útbúgvingin er samansett av fýra ástøðum, ið eru ymisk til longdar, og trimum starvsvenjingum, sum eru 12-14 vikur til longdar. Útbúgvingin tekur 24 mðr
Útvúgvingarlongd
Starvsvenjing
Skúlabyrjan
Umsóknarfreist

Nú kunnu øll søkja inn á Heilsuskúlan gjøgnum appið Útbúgvingar
Hevur tú vangan, søk her
Umsóknarblað uttan Vangan
Um tú ikki hevur Vangan og ert undir 18 ár, so kunnu foreldur tíni brúka sín Vanga til at innskriva teg.
Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, skal tú trýsta á leinkjuna niðanfyri og senda tað til okkum, sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblaðið.
Tørvar tær vegleiðing til umsóknina, ber til at síggja vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum her.
Um námsfrøðihjálparaútbúgvingina
Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna-, skúla- og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.
Bygnaður av útbúgvingini
Skiftur ímillum skúlagongd og starvsvenjing kring landið.
Upptøkutreyt: 9. flokkur + eitt ára skúlagongd/arbeiðsroyndir av onkrum slag ella 10. flokkur. Varir 24 mánaðir. Freist 15. mars.
Byrjar í august hvørt ár.
Gevur víðari atgongd til miðallangar útbúgvingar.
Almennar lærugreinar
- Føroyskt C
- Samfelagslæra C
- Enskt C
- Danskt C
Yrkislærugreinar
- Námsfrøði
- Sálarfrøði í námsfr. verki
- Samskifti í námsfr. verki
- Heilsa í námsfr. verki
- Rørsla og ítróttur
- Náttúra og útilív
- Talgild mentan
- Mentan og virksemi
- Arbeiðsumhvørvi
Ymisk valfak 1-2 vikur.
Rytma, máltíðin, trivnaður, sernámsfrøðiligir hættir, netverk v.m.

Framtíðar møguleikar
Minsta krav fyri upptøku er 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi ella 10. flokk. Mett verður sum heild, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.
Tað er ikki eitt krav at tað er arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast. Arbeiðsroyndir skulu váttast av arbeiðsgevara og sendast við umsóknini.
Sjá meria kunning á www.studni.fo
Næmingur kann søkja um avriksfluting (arf) í lærugreinum, ið hann hevur tikið á sama støði ella á hægri støði, enn undirvíst verður í á viðkomandi útbúgving. Søkjast skal um avriksflutning við útbúgvingarbyrjan og áðrenn 14. dagar eru farnir. Næmingur kann fáa avriksflutning fyri eindir ella partar av eindum í starvsliga útbúgvingarpartinum, um hann/hon kann skjalprógva samsvarandi kunnleika á yrkisøkinum. Skúlin metir um og vegleiðir um avriksflutning við skúlabyrjan og næmingurin fyllir út umsóknarblað um avriksflutning, tá útbúgvingin byrjar.
Næmingur, ið hevur avriksflutning í einari ella fleiri lærugreinum, skal fyri at fara í starvsvenjing og til próvtøku, hava í minsta lagi 02 í meðal í øllum lærugreinum
Í námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 3 lærugreinum. Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøku í verkætlan og munnliga próvtøka í einari yrkislærugrein. Harumframt munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum ella munnlig próvtøku í enskum ella samfelagslæru, sum Mentamálaráðið tekur út