Onki úrslit at finna.
Search by

Pippi Langsokkur

Námsfrøðihjálparanæmingarnir á Heilsuskúla Føroya, arbeiða við at gera sjónleik 

Vit hava sjálvi skrivað handritið útfrá hendingum í lívinum hjá Pippi, skapa pallmyndir, seyma búnar, fyriskipa, samskipa og nú eru vit sera spent, til at framføra á stórum palli í Salt týsdagin og ónsdagin í komandi viku. Vit hava bjóðað barnagarðsbørnum, børnum í forskúlaaldri og 1., 2., og 3. flokkunum í Suðuroynni. Siga Námsfrøðihjálparanæingarnir á Heilsuskúla Føroya.

Sum heild hevur hugurin verið stimbraður til at arbeiða verkliga, har vit hava ment egin hugskot og gjørt tey til veruleika. Vit hava lært at vera partur av einum bindandi samstarvi og at seta hugskot í verk við einum ávísum málbólki í huga. Í lærutilgongdini hava vit eisini lagt dent á at greina og meta um okkara arbeiðstilgongd við eftirmetingum allatíðina, og tað hevur verið spennandi at sæð og uppliva, hvussu vit í verki hava megnað at sameina ástøði og verkligt leiklistarligt arbeiði á tilvitaðan hátt.

Sýningarnar verða 19. og 20. mars.

Les meira á https://www.in.fo/news-detail/pippi-langsokkur-vitjar-i-salt

Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.