
Tveir nýggir flokkar byrjaðir á heilsuskúlanum
30. aug. 2023 | TíðindiMánadagin 21. August byrjaðu tveir flokkar á heilsuskúlanum. Talan er um ávíkavist ein flokk við heilsuhjálpara- og ein flokk við námsfrøðihjálparanæmingum.
Tað er altíð nakað serligt at taka ímóti nýggjum næmingum, og tað verður gjørt nógv burturúr, at næmingarnir skulu fella væl til og fáa eina góða byrjan uppá skúlaskeiðið. Fyrsta vikan er merkt av innleiðslu, kunning og sosialum tiltøkum, sum styrkja um trivnaðin og felagsskapin. M.a. fáa næmingarnir høvi at skipa fyri einari hugnaløtu, har tey bjóða lærarunum eina máltíð. Vanligt er hetta ein serstakliga góð løta, og hesa ferð var onki undantak.
Næmingarnir høvdu gjørt nógv burturúr og bjóðaðu m.a. sushi til matna. Eisini høvdu tey pyntað borðini og skipað fyri fínum undirhaldi.
Vit, starvsfólk her á skúlanum, ynskja næmingunum hjartaliga vælkomnum og blíðan byr í spennandi tíðini, sum er fyri framman.
Nakrar myndir frá hugnaløtuni:



FAKTA UM SKÚLAN:
- Heilsuskúli Føroya er staðsettur í Suðuroynni, beint sunnanfyri Hovs bygd
- Á Heilsuskúli Føroya ber til at lesa til heilsuhjálpara og -røktara, námsfrøðihjálpara, umframt at skúlin bjóðar vegleiðaraskeið fyri vegleiðarum á starvsvenjingarplássum.
- Til dagligt eru seks flokkar undir útbúgving á skúlanum í senn, tveir á hvørjari útbúgving. Men frá 1. Januar 2024 fer skúlin at taka inn næmingar til heilsurøktaraútbúgvingina, tvær ferðir um árið, og kemur talið á flokkum sostatt upp á átta.
- Heilsuskúli Føroya hevur orðblindalærara í starvi, sum kann útgreina fyri orðblindni og hjálpa/vegleiða teimum, sum longu hava staðfest orðblindni.
- Skúlin bjóðar lektiukafé hvørja viku.