
Nú kunnu øll søkja inn á Heilsuskúlan gjøgnum appið Útbúgvingar
Umsóknarbløð
Søk inn á skúlan:
Heilsurøktari
Skúlabyrjan er tvær ferðir um árið. Til skúlabyrjan í januar er umsóknarfreistin 1. november. Til skúlabyrjan í august er umsóknarfreistin 15. mars.
Heilsuhjálpari
Skúlabyrjan er tvær ferðir um árið. Til skúlabyrjan í januar er umsóknarfreistin 1. november. Til skúlabyrjan í august er umsóknarfreistin 15. mars.
Námsfrøðihjálpari
Skúlabyrjan er eina ferð um árið. Freistin at søkja er 15. mars.
Førleikamett útbúgvingargongd
Freistin at søkja inn á skúlan og at søkja um førleikameting er 15. mars til at byrja í august og 15. november til at byrja í januar.
Umsóknarblað uttan Vangan.
Um tú ikki hevur Vangan og ert undir 18 ár, so kunnu foreldur tíni brúka sín Vanga til at innskriva teg.
Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, skal tú trýsta á leinkjuna niðanfyri og senda tað til okkum, sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblaðið.
Tørvar tær vegleiðing til umsóknina, ber til at síggja vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum her.
Søk um farloyvi
Farloyvisskjal
Um tú ynskir at søkja um farloyvi frá skúlagongdini, fyll umsóknarblaðið út og send tað inn til skúlan
Innskriving eftir avbrotna útbúgving
Um tú ynskir at byrja aftur á Heilsuskúlanum